ÚTISETI
Ein føroyskur fótbóltsspælari afturat hevur strítt seg upp í donsku superliguna. Talan er um fyrrverandi NSÍ spælaran Christian Høgna Jacobsen, sum sunnudagin fyri fyrstu ferð kom á liðið hjá Esbjerg.
Tað restaðu tíggju minuttir, tá venjarin hjá Esbjerg, Viggo Jensen, setti Christian Høgna á liðið fyri Henrik Nielsen. Hesin hevði ein minutt frammanundan skorað til 2?0, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Tað var eftir venjingina hjá besta Esbjerg hópinum leygarmorgunin, at Christian Høgni fekk boð um, at hesa ferð skuldi hann ikki spæla á seriuliðnum, men at hann skuldi sita á beinkinum á besta liðnum, sum er á triðja plássinum í superliguni.
? Christian Høgni er ein spennandi spælari, sum torir at royna frameftir. Ta løtuna, sum hann hesa ferð var á vøllinum, fekk hann ikki høvi at vísa so nógv. Verjan hjá OB var sera tøtt, men vit ivast ikki í, at vit í framtíðini kunnu fáa gagn av Christian Høgna, sigur stjórin í Esbjerg, Niels Erik Søndergaard, sum í síni tíð var ein góður miðvallari í Esbjerg.
Á bronsukós
Fótbólturin í Esbjerg hevur rættuligan undanvind. 4.869 áskoðarar sóu teirra lið vinna 2?0 á OB, sum ikki hevði Johan B. Hansen á liðnum og á beinkinum.
Svenski Christian Karlsson, sum í summar kom til Esbjerg, setti hol á longu í 7. minutti, og so var tað, at Henrik Nielsen staðfesti.
Síðani Esberg fyrr í summar legði rygg til stórtap á heimavølli ímóti Brøndby, hevur tað bara gingið rætta vegin.
Christian Høgni Jacobsen hevur síðani summarsteðgin vant við besta Esbjerg liðnum. Hann hevur verið roknaður millum profilarnar á seriuliðnum.
At hann nú er komin á besta liðið, er ein partur av málinum, sum hann setti sær, tá Christian Høgni eftir lokna handilsskúla útbúgving á Kambsdali í summar fór til Danmarkar. Næsta málið er at gerast fastur maður á liðnum. Um tað eydnast, og Christian Høgni fer at skora mál, so er ikki óvist, at hin parturin av málinum kann gerast veruleiki. Hann er at verða seldur til okkurt stórt felag í Europa.
Christian Høgni er bara 21 árra gamal, so hann eigur nógv góð fótbóltsár á.
Sætti í superliguni
Christian Høgni Jacobsen er fimti føroyski spælarin, sum hevur roynt seg í superliguni. Hinir spælararnir eru Jan Allan Müller og Óli Johannesen, sum hava spælt í AGF, Jákup Mikkelsen, sum í fjør vann DM við Herfølge og Todi Jónsson, sum í summar vann DM við FCK. Johan B. Hansen var í fjør fleiri ferðir á superligu liðnum hjá OB.
Superligan er bara tíggju ára gomul. Frammanundan kallaðist besta deildin í Danmark 1. deild. Tveir føroyskir fótbóltsspælarar royndu seg har. Henrik Thomsen spældi fyrst í áttati árunum við B93, og Abraham Løkin (tá var eftirnavnið Hansen) var mitt í áttati árunum á besta liðnum hjá OB.