Christian Høgni skal fáa AB upp

Ronny Saul, stjóri í AB, sigur við heimasíðuna hjá AB, at felagið er frammanfyri sín málsetning, og nú taka teir næsta stigið og styrkja seg við nýggjum spælarum. - Eg gleði meg til at byrja í AB. Mær dámar væl felagið og ambitiónirnar hjá felagnum. Tær passa væl til mínar egnu ambitiónir, og tað hevði verið fantastiskt at kunna verið við til at spæla AB uppaftur í superliguna, sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna hjá AB. Christian Høgni heldur fram í HB til summarsteðgin, tá hann so leggur leiðina til Danmarkar.