Meðan gomlu liðfelagarnir í NSÍ vóru á ólavsøku eftir løgmanssteypinum, og meðan teir hava frøtt seg um finalusigurin, hevur Christian Høgni Jacobsen arbeitt av lívsins kreftum í Danmark.
Málið hjá honum er at vinna sær fast pláss ímillum teir fyrstu ellivu á liðnum hjá Vejle, og tað sær út til at ganga væl. Christian Høgni hevur verið við frá fyrsta bríksli flestu ferðirnar, og hann hevur fingið nógva spælitíð.
Venjarin Frank Petersen sigur seg vera væl nøgdan við leikligu avrikini hjá Christian Høgna, og bæði Christian Høgni og hinir í Vejle gleðast um, at tað nú er komið hol á málskjótingina hjá føroyska spælaranum. Í trimum teimum seinastu venjingardystunum hevur Christian Høgna skorað tvey mál, m. a. eitt ímóti superligu liðnum hjá AaB.
Fyrsta stigið ímóti uppflytingini til superliguna, sum Vejle fyrr í summar flutti niður úr, verður tikið í dag. Christian Høgni Jacobsen og liðfelagarnir eru í Keypmannahavn, har teir seinnapartin skulu spæla á Tingbjerg stadion ímóti Brønshøj.