Christian Høgni søkti VB

Innan tríggjar dagar hittust VB og NSÍ tvær reisur, og báðu ferðirnar syrgdu álopshetjan á landsliðnum fyri, at vágbingar máttu taka til takkar við tapi

 

Løgmanssteyp


Í roynd og veru høvdu teir báðir seinastu dystirnir í bólki trý einki upp á seg. Bæði VB og NSÍ høvdu longu tryggjað sær víðari atgongd til fjórðingsfinalurnar. Hinvegin skuldu dystirnir gera av, hvat av liðunum var tað besta í bólkinum, og hetta viðførdi sjálvandi, at áhugin fyri dystunum báðum ikki var heilt eingin.


2-1 í Runavík

Skírishósdag hittust liðini bæði í Runavík. Hetta var einasta staðið, at VB tapti á útivølli í fjør, og tað skuldi eisini vísa seg, at teir taptu hesa ferð. Endaliga úrslitið varð 2-1 til NSÍ eftir at teir høvdu verið á odda 1-0 í hálvleikinum. Sum ikki eina ferð var tað Christian Høgni, sum gjørdi um seg í NSÍ álopinum, har hann stóð fyri báðum málunum hjá heimaliðnum.

Fyri VB skeyt Olivur Abrahamsen einsamalla málið, men hetta varð so ikki nóg mikið til at tryggja nakað stig í hesum dystinum.


Aftur Christian Høgni

Tveir dagar seinni hittust liðini bæði so í Vági, og aftur hesa ferð varð Christian Høgni Jacobsen høvuðsmaðurin á vøllinum.

Hann endurtók nevnliga setningin frá leygardagin við einum máli hvøju megin steðgin, og so kundi tað gera tað sama, at VB aftur hesa ferð fekk eitt mál Hesum stóð Palli Augustinussen fyri í seinna hálvleiki.

Runavíkingar hava annars í ár ætlanir um at gera seg galdandi heilt har uppi, sum heiðursmerkini verða býtt, og við úrslitunum í steypakappingini tykist hetta ikki at vera heilt ógjørligt. Við Jens Martini í málinum hava teir fingið helst stinnasta málverjan í heimligu kappingini, og heldur Christian Høgni fram, so sum hann hevur gjørt higartil í ár, er ilt at síggja fleiri verjur í landinum, sum kunnu halda honum burtur frá málinum í samfullar 90 minuttir.