Fróði Benjaminsen úr B68 hevur givið avboð til landsdystirnar, sum Føroyar skulu spæla í Sveis leygardagin og í Jugoslavia mikudagin. Fróði lærir til timburmann. Í løtuni gongur hann í tekniskan skúla. Sambært upplýsingum frá FSF ber tað ikki til hjá Fróða at vera burtur frá skúlanum í eina viku.
Í staðin fyri Fróða Benjaminsen hevur Allan Simonsen sent boð eftir Christian Høgna Jacobsen úr NSÍ. Ungi álopsmaðurin gongur á handilsskúlanum á Kambsdali, so nú fekk hann eina óvæntaða heystfrítíð í Sveis og Jugoslavia.
Christian Høgni Jacobsen er føddur 12. mai í 1980. Christian Høgni hevur áður verið á U?18 og U?16 landsliðunum. Hann hevur tískil áður kent rákan av altjóða fótbólti. Vit kunnu siga, at a?landsliðið nú fær ein spælara í hópin, sum umframt í felagnum hjá sær, eisini er mentur til altjóða uppgávur í miðvísa arbeiðnum, sum seinnu árini er gjørt á unglingalandsliðunum.
Fáir úr NSÍ
Hóast NSÍ tey seinastu árini hevur verið støðugt í bestu deildini, so hava teir ikki átt stóran lut á liðnum hjá Allani Simonsen. Higartil hava bara tveir NSÍ spælarar verið á landsliðnum, meðan teir hava spælt við NSÍ. Teir eru Jens Martin Knudsen, sum umboðaði NSÍ trettan ferðir á landsliðnum, og Djóni N. Joensen, sum var fýra ferðir á landsliðnum, áðrenn hann flutti úr barnsdómsfelagnum og í B36 (í ár hevur Djóni aftur spælt við NSÍ).
Seinast NSÍ hevði átti ein spælara í landsliðshópinum var í 1997. Í sambandi við heimadystin ímóti Malta 8. juni í 1997 sendi Allan Simonsen boð eftir Helga L. Petersen. Føroyar vunnu 2?1, og Helgi sat á beinkinum allar 90 minuttirnar. Aftaná gav Helgi avboð til onkra landsliðsferðina, og so vóru ikki boð eftir honum aftur.
Tá NSÍ rættuliga gjørdi um seg og eftir summarsteðgin vann á øllum oddaliðunum, var Christian Høgni Jacobsen ein av høvuðsleikarunum. Eftir at hann hevði verið skaddur mesta partin av fyrri hálvu, kom hann rættuliga fyri seg eftir summarsteðgin.
Christian Høgni er fyrst og femst álopsleikari. Men tað verður mett, at hann eisini kann verða eitt alternativ á vongveranum í høgru.