Mánadagin kunngjørdi leiðslan í Vejle, at Henrik Brandenburg er nýggjur venjari í felagnum. Frank Petersen varð koyrdur fyri góðari viku síðan, og nú verður tað so 48-ára gamli Henrik Brandenburg, sum skal standa við róðri í Vejle. Sáttmálin millum Vejle og nýggja venjaran er bert til endan av hesum kappingarárinum.
Leiðslan í Vejle sigur, at tað eru innanhýsis viðurskiftið sum ger at sáttmálin ikki er longri, men vísa tó á, at um hann fær góð úrslit, so er onki til hindurs fyri, at sáttmálin verður longdur.
Undir fyrrverandi Vejle-venjaranum Frank Petersen var Christian Høgni Jacobsen ein av stuðulsleikarunum á høgra vongverja. Spennandi verður um nógvar broytingar vera á liðnum, nú nýggjur venjari er settur. Fyrsta royndin hjá Henrik Brandenburg er sunnudagin, tá Vejle vitjar Ølstykke.