Tað endaði 9-1 til NSÍ ímóti B71. Síðsta málið skoraði Christian Høgni Jacobsen, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið, eftir at miðverjin Jens Joensen hevði roynt seg við langskoti.
Harvið var Christian Høgni Jacobsen fimm faldur málskjútti í dag. Hetta ber við sær, at Christian Høgni rakk upp á 22 mál, og harvið var hann toppskjútti saman við Arnbirni Hansen.
Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Christian Høgni Jacobsen hevur skorað fimm mál í einum dysti.
Christian Høgni Jacobsen hevur tvær ferðir áður verið toppskjútti.
Hóast stórtapið kunnu sandoyingarnir fegnast um, at teir eisini næsta ár skulu spæla í bestu deildini.
Í løtuni handa FSF umboðini Fríðin Ziskason og Niclas Davidsen NSÍ bronsuheiðursmerkini.
----
8-1
Christian Høgni Jacobsen hevur skorað og harvið er hann komin upp á 21 mál!
-----
7-1
Christian Høgni Jacobsen skoraði, og harvið hevur NSÍ liðformaðurin fingið spenning í kappingina um, hvør skal vera toppskjútti. Christian Høgni hevur skorað trý mál og harvið er hann komin upp á 20 mál. Toppskjúttin er Arnbjørn Hansen, sum er skrásettur fyri 21 mál!
-----
6-1
Heðin á Lakjuni hevur skorað!
60 min.
5-1
NSÍ er á veg ímóti stórsigri. Heðin á Lakjuni skoraði til 4-1 og bara lítla løtu seinni skoraði Christian Høgni Jacobsen, eftir at Heðin á Lakjuni hevði lagt innfyri úr vinstru.
-------
50 min.
3-1
Høgni Midjord hjá B71 er rikin av vølli fyri at mótmæla ov ógvusliga.
Mótmæli var ímóti máli, sum dómarin hevði dømt til NSÍ eftir horna. Málið varð kolldømt.
----
45 min.
3-1
Eftir 1. hálvleik er 3-1 til NSÍ, og sum støðan er, so eru sandoyingar á veg niður í næstbestu deildina.
-----------
3-1: Klæmint A. Olsen 19.
Christian Høgni Jacobsen spældi úr høgru álopsfelagan leysan.
-----
2-1: Christian Høgni Jacobsen 11.
NSÍ gav bóltin upp, og í fyrsta álopinum setti liðformaðurin bóltin í málið.
-------
1-1: Thomas Hans Rubeksen 10.
skoraði í fyrsta álopinum hjá sandoyingum
1-0: Jens Joensen 7.
Eftir innlegg var tað miðverjin, sum beinanvegin legði heimaliðið við Løkin á odda.
NSÍ-B71 kl. 15
Dómari: Lars Múller
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Johan Troest Davidsen, Einar Hansen - Bogi Løkin, Jann Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjuni - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen
B71: Predrag Markovic - Jóhannes Jensen, Allan Tungá, Zivic, Tummas Clementsen - Høgni Midjord, Kovacevic, Stanic, Ebbe Kristin Thomsen - Símun Hansen, Thomas Hans Rubeksen