Hvussu gongst tað hjá Christian Høgna Jacobsen í Esbjerg. Tey eru ivaleyst mong, sum hava hugsað henda spurningin, síðani vit fyri fjúrtan døgum síðani søgdu, at teir í Esbjerg vóru áhugaðir í at knýta hann afturat sær.
Tá tað snýr seg um møguleikan fyri sáttmála í Esbjerg, so er einki nýtt at frætta frá Christiani Høgna. Svarið upp á tann spurningin er fyribils útsett.
Orsøkin er tann, at Christian Høgni í løtuni gongur skaddur niðri í Esbjerg. Talan er um ein lítlan vøddaskaða í lærinum. Skaðin kom, tá Christian Høgni fyri viku síðani spældi við næstbesta liðnum hjá Esbjerg, sum vann 1?0. Tað var í 2. hálvleiki, at Christian Høgni noyddist at taka seg av vøllinum.
? Tað ber til at renna, men eg fái ikki vant saman við hinum. Tað ber ikki til at sparka bóltin. Eg rokni við, at tað gongur ein vika afturat, áðrenn eg aftur fái vant við fullari ferð, sigur Christian Høgni Jacobsen úr Esbjerg.
Roknar tú við, at tú so at siga skalt byrja av nýggjum?
? Bóltkenslan verður ikki so góð beinanvegin, men eg haldi ikki, at konditiónini bilar so nógv, tí eg renni hvønn dag.
Kanónin manglaði
Besta liðið hjá Esbjerg spældi í vikuskiftinum fyrsta landskappingardystin í hesum kappingarárinum. Teir vóru í Lyngby. Heimaliðið vann 2?0.
Í umrøðunum aftaná sást í donsku fjølmiðlunum, at Esbjerg hevði havt eina røð av møguleikum at skora mál, men teir vóru ikki nóg avgjørdir frammanfyri málið, og so var tað fyri Esbjerg óheppið, at Lyngby málverjin akkurát í hesum dystinum spældi so væl, at hann varð kosin sum besti málverjin í Danmark í 2. umfari í superliguni.
Orsøkin til at Esbjerg bara hevur spælt ein landskappingardyst, er tann, at teirra dystur í fyrsta umfarinum í nýggju superliguni varð útsettur. Teir skuldu havt spælt í Odense ímóti OB, men OB átti tríggjar spælarar á danska U?18 landsliðnum, sum luttók í EM endaspælinum, og so siga reglurnar, at landskappingardystirnir kunnu útsetast.
Dysturin ímillum OB og Esbjerg er útsettur til miðskeiðis í september. Kanska Christian Høgni Jacobsen tá verður eitt møguligt evni til pláss í álopinum hjá Esbjerg.