Í fyrra hálvleiki vóru tað verjuspælararnir hjá HB, sum syrgdu fyri málunum, men í seinna hálvleiki tóku álopsspælararnir stafettina. Christian Høgni Jacobsen skoraði trý mál og Andrew av Fløtum tvey – hann kundi ivaleyst fingið okkurt afturat. Christian Høgni var eftir dystin valdur til dagsins mann av HB-viðhaldsfjøldini.










