Christian Høgni á blettinum

Tá ið Fremad Amager vann síðsta venjingardystin, vóru tríggir føroyingar millum teir fyrstu ellivu

DANMARK 1. DEILD

Í vikuskiftinum fer bólturin á rull aftur í næstbestu donsku deildini, har fleiri føroyingar enn nakrantíð áður eru millum spælararnar.
Týsdagin hevði Vejle vitjan av Esbjerg, sum hevði nógvar eykamenn á liðnum. Vejle vann 2?0, og Christian Høgni Jacobsen, sum var annar av álopsmonnunum, skoraði í 2. hálvleiki seinna málið. Ian Højgaard spældi síðstu løtuna á Vejle miðvøllinum.
Í vikuskiftinum spældi Fremad Amager síðsta venjingardystin. Hann var ímóti Skjold, sum eisini hoyrir heima í næstbestu deildini. Fremad Amager vann 2?0. Teir fingu bæði málini síðstu løtuna.
Frá fyrsta bríksli var Jann Ingi Petersen á miðvøllinum, og álopið var mannað av Andrew av Fløtum og Hjalgrím Elttør. Jann Ingi varð skiftur út í steðginum, og álopsspælararnir vórðu báðir skiftir út, tá ið ein tími var farin, og tað framvegis var málleyst.
Hjalgrím Elttør kom aftur á vøllin, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Hann loysti annan vongverjan av. Tað spældi ikki so væl av, tí stutt undan leikloki sá Hjalgrím reyða kortið!