DANMARK 1. DEILD
Christian Høgni Jacobsen tykist rættuliga hava funnið stevið í Vejle álopinum. Undan landsliðsferðini skoraði hann fyrsta málið í hesum kappingarárinum. Tað gjørdi hann við høvdinum, og aftur í hesum vikuskiftinum skoraði hann við høvdinum. Tað gjørdi hann í 59. minutti. Við at seta krúllin undir innlegg legði hann Vejle framum 2?1 ímóti Fremad Amager. Men ólukkutíð fyri heimaliðið Vejle, so javnaði Fremad Amager tíggju minuttir seinni. Øll fýra málini komu í 2. hálvleiki.
Tað verður sagt, at Christian Høgni var rættuliga eyðsýndur í Vejle álopinum. Í 1. hálvleiki var hann um reppið at seta hol á fyri Vejle, men eftir skjótálop sendi hann bóltin dygst omanfyri tvørtræið.
Úrtøkan hjá Vejle hevur higartil ikki verið nakað at reypa av. Sigursvanda felagið, sum hevur vunnið DM fleiri ferðir, hevur vunnið tvær ferðir, spælt tvær ferðir javnt og tapt tríggjar ferðir. Teir hava sostatt átta stig, og teir eru sætti niðast. Tað er langt frá plássinum, sum teir droyma um ? altso uppflyting.
Fremad Amager verður nú áhugavert hjá føroyskum fótbóltsfjepparum. Tað er hetta felagið, sum Jann Ingi Petersen skal spæla fyri, tá ið føroyska landskappingin verður liðug. Liðið vil fegið flyta upp í bestu deildina, men enn eru teir ikki í nánd av bestu plássunum.
Fremad Amager er eitt gamalt felag í høvuðsstaðnum, men teir hava ongantíð verið heilt frammarlaga. Undir 2. heimsbardaga vóru teir okkurt árið fram ímóti teimum bestu í Danmark, men teir hava ikki spælt nógv í bestu deildini, har teir seinastu royndu seg fyri umleið tjúgu árum síðani. Tað, sum teir kanska eru kendast fyri í Danmark, er, at teir spæla á heimavølli sunnumorgun klokkan 10?10.30, og at teir hava fostrað so kendar fótbóltsspælarar sum Frank Arnesen, Søren Lerby og Ivan Nielsen.
Tað hilnast væl betri hjá grannunum hjá Vejle. AC Horsens, sum hevur Johan Byrial Hansen millum spælararnar, hevur fult stigatal. Hesa ferð vóru teir á Sælandi og spældu ímóti Køge, sum í fjør royndi seg í superliguni. Horsens vann 2?1. Teir hava fult stigatal fyri sjey dystir.
Í hølinum á Horsens eru Silkeborg og Ølstykke. Silkeborg hevur vunnið allar dystirnar uttan ein. Hesa ferð sendu teir B93 aftur til Keypmannahavnar við 3?1 tapi. Ølstykke hevði torføran útidyst í Sønderborg. HFK Sønderjylland legði seg framum 2?0, men so fingu teir brotsspark ímóti sær og ein mann vístan av vølli. Ølstykke skoraði upp á brotssparkið, og teir vunnu 4?2.
Randers FC, sum ikki longur hevur Atla Gregersen í hópinum, er væl við í toppinum. Hesa ferð vunnu teir 2?1 í Ålborg ímóti FC Nordjylland. Skjold stóð seg rættuliga væl í fjør. Í ár hevur gingið striltið hjá teimum í fyrstu umførunum, men nú tykist glið vera komið á. Hesa ferð vunnu teir 6?2 á Brønshøj. Hetta var annar sigurin á rað. Brønshøj hevur enn einki stig fingið.
FC Aarhus, sum fyri nøkrum árum síðani við Flemmingi Povlsen sum oddamanni ætlaði sær at gerast seinni møguleikin í Århus, hevur bara fingið eitt stig. Hesa ferð taptu teir 3?1 í Fredericia.
Triði aftast er Nykøbing Falster Alliancen, sum eisini droymir um rættuliga at seta seg á fótbóltskortið í Danmark. Teir hava fýra stig. Eitt av teimum fingu teir hesa ferð í Odense, har teir spældu 3?3 ímóti B1913, sum eisini liggur tungt í sjónum.