DANMARK 1. DEILD
Christian Høgni Jacobsen hevur rærttuliga fingið fótin fyri seg sum álopsspælari í næstbestu donsku deildini. Tað vísti hann aftur sunnudagin, tá ið bara 773 áskoðarar vóru møttir upp á heimavøllinum hjá Vejle í Nørreskóginum. Christian Høgni skoraði enn eina ferð, og nú hevur hann skorað fimm mál í hesum kappingarárinum og er komin á toppskjúttaralistan.
Men tað gongst ikki væl hjá Vejle. Hesa ferð høvdu teir vitjan av gamla stórfelagnum, B93. Høvuðsstaðarfelagið hevur sæð betri dagar, enn teir hava gjørt tey seinastu nógvu árini. Men kortini var felagið, sum Preben Elkjær nú er ein av høvuðsmonnunum aftanfyri, nóg væl fyri at fáa øll stigini við sær úr Vejle og aftur til Keypmannahavnar.
B93 legði fyri sum eitt ódnarveður. Teir vóru frammanfyri 3?0, tá ið stórur hálvur tími var farin. Tveir minuttir undan hvíldini birti Christian Høgni Jacobsen lítla vón hjá heimaliðnum, tá ið hann minkaði um munin til 1?3. Og eftir steðgin sá tað fyrstu løtuna út til, at Vejle fór at sleppa væl frá hesum, sjálvt um byrjanin hevði verið so vánalig. Peter Degn minkaði um munin við brotssparki, og tá ið ein tími var farin, javnaði Martin Andersen til 3?3.
So var lagt upp til, at heimaliðið skuldi vinna, men teir mistu alt. B93 skoraði í 68. minutti til 4?3, og tveir minuttir seinni varð útisigurin staðfestur.
Jann Ingi í Fremad Amager
Vejle er fimti niðast við ellivu stigum. Við sigrinum í Vejle fór B93 upp á tólv stig.
Í hesi vikuni fer Jann Ingi Petersen niður til Fremad Amager. Sáttmálaskeiðið hjá honum á Amager er frá nýggjárinum av, men B68 spælarin er sinnaður at royna seg longu nú.
Gongdin higartil í hesum kappingarárinum kundi bent á, at teir í Fremad Amager hava brúk fyri øllum góðum kreftum. Sunnudagin vóru teir í Nykøbing á Falster, og úrslitið var 1?1. Heimaliðið javnaði í evstu løtu.
Í toppinum var eingin slingur í hjá oddaliðunum báðum. Horsens er framvegis ósigrað. Hesa ferð vunnu teir 2?0 í Odense á B1913. Randers FC hevði heimavøll ímóti botnliðnum, Brønshøj, sum varð sent aftur til Keypmannahavnar við 6?0 tapi. Silkeborg hevði vitjan av HFK Sønderjylland. 2.855 áskoðarar vóru vitni til 1?1 uppgerð.
Fredericia og Køge hava bæði kjálkast fram undir toppliðini. Tey spældu 2?2, og Skjold vann á Eysturbrúgv 3?1 á Ølstykke, sum nú hevur mist eitt sindur í toppstríðnum. FC Nordjylland kom illa frá tí, tá ið FC Aarhus vitjaði. Gestirnir, sum ikki hava staðið seg nakað serligt higartil, fóru avstað aftur við 1?0 sigri.