Christian er ættaður úr Niðristovu á Norðoyri, sonur bóndahjúnini Kristionnu og Jóan Karl. Hann vaks upp í einum stórum barnaflokki. Tey vóru 9 systkin, harav tann eina systirin doyði av meslingum í 1916, bert 2 mánaðir gomul. Teir vóru 4 brøður: Sámal, ið var bóndi á Oyri, Christian, Dia og Karl, ið búsettust í Klaksvík. Systrarnar vóru Karin, ið flutti til Havnar síðst í sekstiárunum, Lena, ið búði á Oyri, Frida og Elisabeth, ið búgva í Klaksvík. Eftir av systkinaflokkinum eru Christian, Frida og Elisabeth.
Christian vaks upp í eini tíð, har tað var av stórum týdningi, at tú sjálvur kundi framleiða meginpartin av tí, tær tørvaði til lívsins uppihald, og lærdi hann bæði at fáast við landbrúk, handverk og fiskiskap. Í sínum bestu árum hevði Christian útróðrarbátarnar Sævarenni og Brattenni saman við bróðrinum Dia og sváginum Jóan Paula. Seinni legðist Christian upp á land og fór at fáast við hondverk burturav.
Christian giftist í 1954 við Jóhonnu Frederikku Joensen frá Gjógv og búsettust tey á núverandi Kráargøtu í Klaksvík. Jóhanna og Christian fingu tvær døtur, Kristinbjørg, ið býr í Hoyvík og Jórun, ið býr í Klaksvík, og tær eiga 4 børn. Jóhanna og Christian vóru bæði væl kjølfest í føroyska samfelagnum og í føroyskari mentan, vóru nærløgd, arbeiðssom og blíð at koma á tal við og á gátt hjá. Tey vóru ættarkær, góð við síni og áhugaði í at kenna sínar røtur og gingu bæði til ættargransking. Jóhanna doyði í 2004, og var tað stórur smeitur fyri Christian at missa hana. Men Christian er sannur lívskunstnari og fall ikki fátt.
Hóast sín høga aldur, sæst Christian enn á Stongunum og í egningarskúrinum, har honum dámar væl at koma, hann fylgir væl við, hvussu gongst bátunum á Vágni og føroyska fiskiflotanum sum heild, og enn flotar hann bát av Borðoyarvík, tá ið líkindi eru. Tá ið líkindini ikki eru so góð til uttandura arbeiði, hugnar Christian sær innandura við handverki og lesnaði. Christian er góður heimildarmaður, og fleiri eru tey, ið hava gjørt brúk av hansara vitan og skili, og greiðir hann fegin frá hendingum og lívsroyndum úr sínum langa lívi. Christian hevur upplivað stórar broytingar í okkara samfelagi. Samstundis sum hann er partur av tí gomlu mentanini, so hevur hann eisini tikið við nøkrum av tí, sum nýggja tíðin hevur at bjóða. Hetta sæst m.a. við, at hann brúkar føroyska húgvu, koyrir á knalllert og hevur fartelefon í lummanum.
Christiani dámar væl at vera saman við fólki og hevði verið glaður at sæð skyldfólk, vinir og kenningar á hesum stóra degi. Honum verður ynskt hjartaliga tillukku við teimum 85.
Føðingardagurin verður hildin hjá dóttrini Jórun og versoninum Mikkjali á Garðsenda 23 í Klaksvík leygardagin 22.september frá klokkan 18, har øll eru hjartaliga vælkomin.
K.