Christian í Grótinum og Norðborg fóru í nátt at sigla heim, báðir eru fullfermdir av sild, teir hava hendan túrin samtrolað. Christian í Grótinum og Norðborg fóru til fiskiskap á ólavsøku, teir leitaðu norðureftir - líka norður á 72 gradir N, har tey føroysku skipini høvdu góðan fiskiskap, men sildin var smáfallandi. Umborð á Norðborg verður alt skorið til sildafløk og so fryst, ímeðan Christian í Grótinum fiskar uppí tangar.
Teir seinastu dagarnar hava teir roynt á 66 N og 7-8 V, har vóru eisini fleiri íslensk skip. Sildin teir fingu her suðuri var heldur størri, enn tað teir fyrst á túrinum.
Væntadi verða teir inni seint í kvøld.










