Christian í Grótinum siglir til Noregs við 1000 tonsum av sild. Christian í Grótinum, sum hevur roynt við nót tað seinastu tíðina, samtrolaði við Norðborg seinastu nátt, tað lá væl fyri. teir hava 1000 tons inni og eru farnir at sigla til Noregs, har teir skulu landa í Træna, seinasta mikudag landaði teir 676 tons av sild í Fosnavaag.
Tað hevur ikki verið nakað rok hjá sildaskipunum tað seinastu tíðina, tey hava leitað í føroyskum, íslenskum, norskum og alttjóða sjógvi, men sildin hevur verið ring at fingist við. Norðborg hevði 250 tons av frystum sildaflaki inni í dag.
Annars verður sagt at nógv skip eru á leiðini, har tey føroysku skipini royna, umframt føroysk skip eru nógv íslensk og eisini nógv russisk skip.










