Seinnapartin í dag kom nýggi Christian í Grótinum undir føroyskt flagg.
Nýggja nótaskipið, ið er keypt til Klaksvíkar, er fyrrverandi Kvannøy, sum er bygt í 2002 og umbygt í 2008.
Christian í Grótinum er eitt kombinerað tanga- og verksmiðjuskip. Skipið kann frysta 150 tons um samdøgnið og lastar 800 tons av frystum.
Endamálið við skipinum er at kunna virðisøkja ein størri part av kvotunum hjá reiðarínum.
- Christian í Grótinum fer úr Noregi fríggjadagin og kemur væntandi á Klaksvík sunnudagin. Gamli Christian í Grótinum hevur nú broytt navn til Christian.
Tað veit heimasíðan hjá Felagnum Nótaskip at siga í dag.