Christian í Grótinum kemur í dag

Seinnapartin í dag kemur nýggi Christian í Grótinum á Klaksvík. Í tí sambandi verður skipað fyri móttøku, og fólk sleppa umborð at hyggja at skipinum.

Christian í Grótinum er keyptur úr Noregi. Skipið, sum er bygt í 2002 og umbygt í 2008, er eitt kombinerað tanga- og verksmiðjuskip. Tað kann frysta 150 tons um samdøgrið og lastar 800 tons av frystum.

Christian í Grótinum verður á Klaksvík klokkan fimm seinnapartin og leggur at niðan fyri Kryvjing.