Christian í Grótinum fór at sigla til Noregs í nátt, teir skulu byrja at landa um middagin mánadagin í Ellingsøy. Christian í Grótinum kom aftur á fiskileið fyrrapartin sunnudagin, teir høvdu tvey køst sunnukvøldið, teir fingu 100 tons av makreli í tí fyrra kastinum og 500 tons í seinna kastinum.
Christian í Grótinum landaði 700 tons av makreli í Egersund týsdagin, teir landaðu aftur góð 700 tons í Ellingsøy fríggjadagin, har teir aftur í dag skulu landa 600 tons av makreli.
Makrelur hevur góðan prís í Norra - góðar 13 NOK fyri kilo, t.v.s. at Christian í Grótinum, sum hevur fiskað góð 2000 tons av makreli í eina viku, hevur selt fyri meira enn 26 milliónir, teir seinastu tríggjar túrarnar.