Christian í Grótinum dróg kaðal


 

Meðan Christian í Grótinum í gjár var á veg norður gjøgnum Nólsoyarfjørð fulllastaður av svartkjafti, var hann so óheppin, at ankarið, sum hekk niður úr skipinum uttan at nakar av manningini vista nakað, tók í streymkaðalin, sum liggur út til Nólsoyar.

Christian í Grótinum hevði fulla ferð og tey gott tvey túsund tonsini saman við næstan sjey túsund hestakreftur gjørdi, at manningin ikki legði merki til nakað, tá fast var.

Ikki fyrr enn Christian í Grótinum kom í Leivvíksfjørð legði skiparin merki til, at okkurt galið var áfatt. Sjóforhoyr verður hildið seinnapartin í dag.