Venjarin hjá enska Premier League-felagnum Manchester City, Stuart Pearce, er væl nøgdur við arbeiðið, sum fótbóltsskúlin hjá felagnum ger. Nógvir ungir spælarar, sum eru vaksnir upp í felagnum, hava sligið til á besta liðnum í felagnum, og tað er ein dreymur fyri eitt felag í einum heimi, har spælarar kosta nógvar pengar at keypa frá øðrum feløgum.
- Fótbóltsskúlin hjá okkum ger eitt gott arbeiði og hevur klárað at latið nógvar góðar ungar spælarar til besta liðið. Hetta er júst tað, sum felagið hevur brúk fyri, sigur Stuart Pearce við heimasíðuna hjá Manchester City.
- Felagið mennir seg støðugt, og okkara ungu spælarar, sum koma ígjøgnum fótbóltsskúlan, eru væl fyri. Hetta vísir, at tey, sum varða av ungdómsvenjingini, hava funnið røttu spælararnar og hava vant teir væl, sigur City-venjarin.
Christian mennist
Ein av ungu spælarunum í Manchester City er havnamaðurin Christian Restorff Mouritsen, og hann hevur gjørt stóra framgongd í Manchester City seinnu árini.
Christian spældi við føroyska U19 landsliðnum í EM-undankapping herfyri, og har skaraði hann framúr á føroyska liðnum. Hann var eisini mettur millum bestu spælararnar í kappingini yvirhøvur.
Christian hevur spælt fleiri dystir við eykaliðnum hjá Manchester City, og hann hevur fingið ein vaksmannasáttmála við felagið, eftir at hann byrjaði sum lærlingur á Academy hjá Manchester City.