Christian Eriksen til Manchester United

Premier League: Tað tykist nú vera fyri vist, at danski landsliðsspælarin skiftir til Manchester United

Mynd: (Scanpix) Christian Eriksen

The Athletic og ítróttarskrivan Fabrizio Romano siga seg vita, at Christian Eriksen hevur játtað seg til ein trý ára sáttmála við Manchester United. Hetta hendir samstundis sum ivamál er um framtíðina hjá Cristiano Ronaldo.

 

Fabrizio Romano skrivar á sosialu miðlunum, at læknakanningin verður í vikuni, og at arbeitt verður upp á at fáa smálutirnar í sáttmálanum upp á pláss. 30 ára gamli Christian Eriksen spældi farna kappingarár við Brentford, sum yvirlivdi í Premier League.

 

Christian Eriksen small um í Parkini á sumri 2021, tá danska landsliðið spældi móti Finnlandi í EM-endaspælinum. Orsøkin var ein hjartafeilur. Seinni bleiv sáttmálin við italska Inter Milan uppsagdur, tí italska Fótbóltssambandið loyvir ikki spælarum at spæla við peysmeykara.

 

Hann skifti tí til Brentford og stóð seg væl. Hann hevur verið settur í samband við Manchester United, men tað var ikki nógv, sum bendi á, at hann skuldi verða stóra søgan í dag. Cristiano Ronaldo er nevniliga ikki møttur til venjing, sum hann eftir ætlan skuldi, og søgan sigur, at hann umhugsar framtíðina í felagnum.

 

Mynd: (Scanpix) Christian Eriksen