Christian Eriksen hevur skift til Manchester United

Premier League: Danski landsliðsspælarin hevur nú gjørt sáttmála við Manchester United

Manchester United hevur kunngjørt, at felagið hevur gjørt ein trý ára sáttmála við danska landsliðsspælaran, Christian Eriksen. 30 ára gamli Christian Eriksen spældi farna kappingarár við Brentford, sum yvirlivdi í Premier League.

 

Christian Eriksen small um í Parkini á sumri 2021, tá danska landsliðið spældi móti Finnlandi í EM-endaspælinum. Orsøkin var ein hjartafeilur. Seinni bleiv sáttmálin við italska Inter Milan uppsagdur, tí italska Fótbóltssambandið loyvir ikki spælarum at spæla við peysmeykara.

 

Hann skifti tí til Brentford og stóð seg væl. Hann hevur verið settur í samband við Manchester United og seinastu tíðina hevur tað bara verið ein spurningur um tíð. Altjóða miðlar skriva eisini, at Manchester United hevur gjørt nógv burturúr kropsligu kanningunum, nú Christian Eriksen var út fyri keðiligu hendingini til EM.

 

Christian Eriksen hevur fyrr spælt við Tottenham í Premier League. Hartil hevur hann vant undir nýggja venjaranum, Erik ten Hag, tá hann kom fyri seg eftir tilburðin í Parkini. Danski miðvallarin hevur spælt við Ajax og kennir tí helst spælistílin hjá nýggja venjaranum væl.