Christian Eriksen er útnevndur til ársins flopp í Italia

Christian Eriksen hevur fingið ein ógvuliga ivasaman "heiður" frá italsku ítróttarpressuni

Christian Eriksen hevur gjørt tað framúr á danska landsliðnum við 36 málum í 103 landsdystum.

Í Tottenham gjørdi hann tað væl í seks av sjey kappingarárum, har hann skoraði 51 mál í 226 dystum fyri Tottenham áðrenn hann fór til Inter Milan í fjør. Christian Eriksen stóð seg eisini væl í Ajax Amsterdam, árini 2010-2013 har hann skoraði 25 mál í 113 dystum. 

Í Inter Milan hevur tó ikki gingið væl. Christian Eriksen hevur bara skorað eitt mál í 26 dystum fyri Inter Milan, og nú er longu uppá tal at selja hann aftur.

Italska ítróttarpressan er rættuliga kritisk, og italsku ítróttarmiðlafólk hava verið sera atfinningarsom um manglandi avrikini hjá Christiani Eriksen fyri Inter Milan.

Italska ítróttarpressan letur á hvørjum ári ræðsluprísin "Hin Gylta Skrellispannin" til tann útlendska spælaran, ið hevur floppað mest í Seriu A undanfarna árið.

Og móttakarin av Gyltu Skrellispannuni hesaferð er Christian Eriksen.

Hetta er aðru ferð, at ein danskur spælari fær Gyltu Skrellispannuna. Í 2013 fekk Nicklas Bendtner Gyltu Skrelluspannuna fyri manglandi avrikini í Juventus tá. 

Paris Saint-Germain, Real Madrid, Ajax, Tottenham og Wolverhampton liggja øll framvið at keypa Christian Eriksen áðrenn flytingarvindeygað letur aftur.