Síðsta heyst var Christian Lamhauge Holst ein av lyklaspælarunum á landsliðnum. Superligu spælarin í Silkeborg er ikki við landsliðnum á venjingarleguni í Spania. Tað kemst av, at hann er saman við hinum í Silkeborg á venjingarlegu í Turkalandi.
Christian var í fjør ein av profilunum á Silkeborg liðnum, men higartil hevur tað ikki gingið nakað serligt á venjingarleguni. Orsøkin er tann, at hann er plágaður av skaða í lærkrikanum. Skaðin er so mikið herviligur, at hann er orsøk til, at Lamhauge maðurin ikki er førur fyri at venja saman við liðfeløgunum, men heldur er í viðgerð hjá fysioterapeutinum.
Silkeborg hevur spælt tveir dystir í Turkalandi, og Christian hevur ikki verið á vøllinum. Í fyrra førinum endaði tað 2-2 ímóti rumenska FC Vaslui, og í seinna førinum var talan um málleysan javnleik ímóti Tromsø.
Um eina viku, mánadagin 5. mars, skal Silkeborg fyrstu ferð eftir vetrarsteðgin í eldin í superliguni. Tá verður mótstøðuliðið OB á Odense stadion. Tað man vera lítið sannlíkt, at Christian Lamhauge Holst tá verður millum teir fyrstu ellivu.