Christian er nú avbjóðarin

Hóskvøldið varð bræv latið FSF-skrivstovuni, har fimm feløg skjóta Christian Andreasen upp sum formansevni hjá FSF

Fótbóltur

So tykist endaliga greitt, at føroysku fótbóltsfeløgini fáa tað, sum tey vilja hava.
Til komandi aðalfundin, sum framvegis er framhald av upprunaliga fundinum, eru nú tvey valevni at velja ímillum, tá krossurin skal setast fyri, hvør skal vera oddamaðurin fyri føroyskum fótbólti tey bæði næstu árini.
Í blaðnum fyrradagin skrivaðu vit, at tað var upp á tal, at Christian Andreasen varð settur í uppskot, og mikukvøldið kom so bræv frá fimm feløgum, har sagt verður, at tey hava skotið sakføraran upp til formansvalið.
Tey fimm feløgini eru B71, B36, NSÍ, SÍ og KÍ, og við einum somikið breiðum baklandi er lítið at ivast í, at vónirnar um at fáa formannin hjá hesum feløgum so avgjørt er til staðar.
Umframt hesi tykist lítil ivi vera um, at í fleiri onnur standa til reiðar at taka undir við Christiani Andreasen, og so er spurningurin, hvørt hesi eru nóg mikið til at koma upp um 11, sum gevur meirilutan, ella um mótvalevnið, Óli Holm, hevur somikið dyggan stuðul, at hann kortini kann halda meirilutanum.
Tann spurningurin verður so ikki svaraður fyrr enn um eina viku, tá aðalfundurin stendur á skránni, og sum støðan er í løtuni, so fáa feløgini júst tað, sum tey vilja hava. Eitt val millum tveir kandidatar.