Christian Aid á sjarmuferð

Felagsskapurin, sum varð stovnaður í 1945, arbeiðir nú í 50 londum, og vil fegin kunna føroyingar um arbeiði sítt. Tað eru tær báðar, Susan Barry og Charlotte Seymour, sum í løtuni eru í Føroyum og kunna um kristna felagsskapin, Christian Aid.

Felagsskapurin varð stovnaður í 1945, upprunaliga fyri at hjálpa flóttafólkum eftir kríggið, men er mentur og vaksin til at arbeiða í 50 londum um allan heim.

Felagsskapurin verður stuðlaður av protestantisku kirkjunum í Bretlandi og Írlandi, og tað eru fyrst og fremst tær, ið stuðla fíggjarliga. Umsitingarligi depulin liggur í London, men vit hava skrivstovur í samstarvslondunum kring heimin, sigur Susan Barry.

Og nú vilja tær báðar kunna føroyingar um kristna felagsskapin, sum í dag arbeiðir sum hjállparfelagsskapur, tá náttúruvanlukkur henda, men eisini við langsiktaðum verkætlanum at hjálpa fólki í tilafturskomnum londum.

Nú eru vit so í Føroyum at kunna føroyingar um okkara felagsskap. Vit hava verið á einum stórum skúla í morgun, og í kvøld fara vit so at hava ein kunnandi fund her í Miðlahúsinum, har øll sjálvandi eru vælkomin, sigur Charlotte Seymour.

Fundurin verður sum nevnt í Miðlahúsinum, og byrjar klokkan 20 í kvøld.