Christan á talvuna

Tað eydnaðist ikki Lyngby at fáa úrtøku, tá ið annað av føroyingafeløgunum í superliguni hevði vitjan í Lyngby av FC Midtjylland.

FCM vann 2-1, og harvið er Lyngby framvegis millum feløgini, sum kappast um at sleppa undan plássunum undir strikuni.

Fyrsta løtan var annars hugalig hjá FCM. Sekundvísarin hevði bara verið gott og væl eina ferð runt, tá ið Christian Lamhauge Holst setti bóltin í FCM netið.

Tveir minuttir undan steðginum javnaði FCM við brotssparki, og trettan minuttir undan leikloki skoraði FCM sigursmálið til 2-1.

Christian Lamhauge Holst var á vøllinum allar 90 minuttirnar, og Tem Hansen, sum ikki hevur fingið landsliðsboð hesa ferð, var á Lyngby beinkinum alla tíðina.