Christan Høgni í Vejle

Nýggi venjarin hevur sýnt áhuga í at gera sáttmála við runavíkingin, sum í løtuni royndarvenur við superligufelagnum

Fótbóltur

Donsku superligufeløgini fyrireika seg í hesum døgum til seinnu helvt av kappingarárinum, og flestu staðni eru broytingar av ymsum slag farnar fram.
Eitt nú hjá Vejle, har Frenk Petersen er settur sum nýggjur venjari. nýggjur venjari. Nýggjur venjari merkir aloftast broytingar í aðrar mátar, og Frank Petersen hevur eisini sýnt áhuga fyri nøkrum nýggjum leikarum.
Ein av hesum er sambært danska fótbóltsportalinu, www.onside.dk, runavíkingurin, Christian Høgni Jacobsen, sum í løtuni royndarvenur við Esbjerg.
Christian Høgni var í heyst knýttur at Esbjerg, men sum skilst er hesin sáttmáli ikki longdur, og tí venur hann nú við Vejle, sum eisini hevur sýnt áhuga fyri fótbóltsevnum hansara áður.
Við onside sigur Frank Petersen, at Christian Høgni Jacobsen heilt víst verður ein styrkur fyri álopið hjá Vejle, og eftir hesum at døma er tað mest sum víst, at sáttmáli verður skrivaður við føroyska landsliðsmannin.