Chris Froome framvegis í gulum

Chris Froome bleiv fleiri ferðir álopin í fjøllunum í dag, men tað tað alt kom til, so er Chris Froome framvegis í gulum og er ein lítlan minutt á odda í samlaðu støðuni.

 

Eins og í gjár, so er 9. teinurin eisini ein fjallateinur. Chris Froome fekk ikki nógva hjálp frá sínum liðfeløgum í Team Sky, tí ongin av teimum megnaði at fylgja fremsta bólkinum.

 

Vinnari av 9 níggju á Tour de France var írin, Daniel Martin, sum var í harðari kapping við danskaran Jacob Fuglesang. Chris Froome koma á mál saman við fleiri øðrum 20 sekund seinni.

 

Tour de France - Dagur 9:

1 Daniel Martin (Ire) Garmin-Sharp (4 tímar 43 minuttir 03 sekund)

2 Jakob Fuglsang (Den) Astana (Somu tíð)

3 Michal Kwiatkowski (Pol) Omega Pharma-Quick Step (+20")

4 Daniel Moreno (Spa) Katusha (+20")

5 Joaquim Rodriguez (Spa) Katusha (+20")

 

Tour de France – samlaða støðan:

1. Chris Froome (GB) Team Sky 36:59:18"

2. Alejandro Valverde (Spa) Movistar +1:25"

3. Bauke Mollema (Ned) Belkin +1:44"

4. Laurens ten Dam (Ned) Belkin +1:50"

5. Roman Kreuziger (Cze) Saxo-Tinkoff +1:51"

6. Alberto Contador (Spa) Saxo-Tinkoff) Somu tíð

7. Nairo Quintana (Col) Movistar +2:02"

8. Daniel Martin (Ire) Garmin-Sharp +2:28"

9. Joaquim Rodriguez (Spa) Katusha +2:31"

10. Rui Costa (Por) Movistar +2:45"