Chris er ikki førur fyri at spæla

ÍF toppskjúttin verður ikki førur fyri at spæla næstu vikurnar, og hjá EB/Streymi verða fleiri broytingar

Í gjárkvøldið vann EB/Streymur 1-0 á heimavølli ímóti ÍF, og sunnu­dagin fáa fuglfirðingar møguleika á heimavølli at siga takk fyri seinast.
Nigerianski álopsspælarin Chris Muomaife hevur verið nógv skaða­plágaður, og tá ið hann hevur verið á vøll­inum, hevur hann verið sann­ur fongur hjá ÍF. Tað sæst aftur í, at ÍF bara hevur tapt ein av níggju landskappingardystum, sum Chris hevur verið við í, og í at Chris skoraði seks mál í teimum trimum dyst­unum, sum undan vitjanini í Streym­nesi bóru níggju stig við sær.
Hóskvøldið var stórur saknur í álopsspælaranum við Margáir. Tað er greitt, at Chris orsaka av skaða ikki verður við sunnudagin, og tað er rættuliga ivasamt, hvussu nógv hann verður førur fyri at spæla aftrat í ár.
Bartal Eliasen var leikbannaður í gjárkvøldið. Hann verður við aftur sunnudagin.
Hjá EB/Streymi vóru Gert Hansen og Egil á Bø leikbannaðir í gjár­kvøldið. Teir vera báðir tøkir aftur sunnudagin. Alex José dos Santos sá gult fyri fimtu ferð í gjár­kvøldið. Tí verður hann leik­bannaður sunnudagin.
Pauli G. Hansen var ikki við í gjár orsaka av skaða. Tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla sunnudagin.
Tá ið EB/Streymur í 2. umfari vitjaði í Fuglafirði var eingin ivi. Sunda­lagsmenn fóru til hús við 4-0 sigri!