Chr Høj til Grønlands

Frystiskipið Chr Høj er á veg til Grønlands at taka ímóti svartkalva frá grønlendskum útróðrarbátum.

Chr Høj fer fyrst til Nuuk eftir ymsari útgerð, og haðani liggur leiðin norður til Upernavik-leiðina, har skipið fyri tað mesta fer at liggja inni á onkrum firði og taka ímóti svartkalva frá smærri bátum.

 

Ætlandi verður Chr Høj í Grønlandi tað, sum eftir er av árinum. Skiparin og meistarin eru føroyingar, og tá skipið fer at taka ímóti, verða einir 15 grønlendingar við.

 

Chr Høj er gamli Suðurvarði, sum John Dam bygdi í 1975 til rækjufiskiskap. Seinastu nógvu árini hevur Royal Greenland átt skipið, men Thor keypti tað fyri fýra árum síðani, og síðani er nógv gjørt við tað. Thor eigur skipið umvegis eitt dótturfelag í Grønlandi. 

 

Tá Chr Høj kemur aftur um ársskiftið, skal skipið hava nýggjan høvuðsmotor.