Chr. Høj tekur ímóti útróðrarfiski

Tað kemur væl við hjá grønlendskum útróðrarmonnum, at teir sleppa av við fiskin.

Aftur í ár er Chr. Høj farin  til Grønlands at taka í móti fiski frá smáum útrórarbátum og jollum í Grønlandi.

Í Grønlandi kemur tað væl við, at útróðrarmenninir sleppa av við fiskin í teimum smáu bygdunum, tí fjarstøðan er so stór til størru býirnar, har fiskavirkir eru.


Thor í Hósvík eigur Chr. Høj umvegis eitt grønlenskt dóttirfelag. Við skipinum í Grønlandi eru fýra føroyingar og 12 grønlendingar.

Thor er eitt av teimum føroysku feløgunum, sum arbeiðir kring meginpartin av heiminum, og alt felagið verður umsitið í Føroyum.

Út við 500 fólk eru knýtt at stóra reiðarínum í Hósvík.