Hóast kalda luft teirra millum í 10 ár, so heldur franski forsetin, at tað er so upplagt, at hann í valstríðnum upp undir forsetavalið stuðlar núverandi innanríkisráðharranum Tað hevur verið bíðað leingi eftir, at hann skuldi boða frá tí, og í dag boðaði franski forsetin frá tí. Í fronskum sjónvarpi segði Jacques Chirac, at hann stuðlar innanríkisáðharranum, Nicolas Sarkozy, í stríðnum at gerast franskur forseti. Fyrra umfarið í forsetavalinum verður sunnudagin 22. apríl.
Sarkozy er floksformaður í stjórnarflokkinum UMP, og hugsjónarliga er tað so upplagt, at Chirac stuðlar honum. Men tað hevur verið ísakalt teirra millum í tíggju ár, og tað sigst vera orsøkin til, at tað tók sína tíð hjá forsetanum at boða frá, hvørjum hann stuðlar, nú hann ikki sjálvur er valevni á forsetavalinum.
Sarkozy hevur boðað frá, at hann mánadagin 26. mars fer at leggja frá sær sum innanríkismálaráðharri. Tá fer hann at nýta alla sína tíð at stríðast fyri at verða valdur 22. apríl og í hvussu so er at røkka so góðum úrsliti, at hann verður annar teirra, sum á øðrum valumfari skal stríðast um forsetasessin.