Dagurin í dag er søguligur í Fraklandi, tí í dag fer rætturin í París undir eitt sakarmál ímóti fyrrverandi franska forsetanum Jacques Chirac. Hann er ákærdur fyri korrupsjón í tíðarskeiðinum, tá hann var borgarstjóri í París.
Ákæruvaldið sigur, at Chirac misbrúkti almennar pengar, tá hann setti vinmenn og politiskar samstarvsfelagar á lønarlistan hjá høvuðsstaðarkommununi. Hetta var í hansara borgarstjóratíð frá 1977 til 1995, tá hann varð valdur til forseta.
Chirac hevur avsannað, at hann misbrúkti pengar hjá kommununi.
Rættarmálið er søguligt, tí Chirac er tann fyrsti fyrrverandi franski ríkisleiðarin, sum verður drigin fyri rættin, síðani Petain generalur varð dømdur fyri landasvik eftir seinna heimsbardaga.










