Ein dómstólur í París dømdi í dag fyrrverandi franska forsetan Jacques Chirac sekan í valdsmisnýtslu og fyri at hava svikað við almennum pengum til frama fyri sín egna flokk í árunum frá 1977 til 1995, tá hann var yvirborgarstjóri í høvuðsstaðnum.
Í úrskurðinum hjá rættinum stendur, at ólógligt virksemi hjá Jacques Chirac kostaði skattaborgarunum í París góðar 10 milliónir krónur.
Revsingin er tvey ára fongsul, men dómurin er treytaður, so fyrrverandi forsetin sleppur frá at fara inn at sita. Seinni í dag fæst at vita, um dómurin verður skotin inn fyri hægri rætt.
Tann nú 79 ára gamli Chirac var franskur forseti í 12 ár frá 1995 til 2007.










