Í kvøld klokkan seks opnar nýggja caféin, XV, í Miðvági Í kvøld klokkan seks opnar nýggj café í Miðvági. Caféin, XV, hevur fingið skeinkiloyvi bæði innandura og uttandura. 70 sitipláss eru í nýggju caféini, og pláss er fyri 200 fólkum á dansigólvinum, tá dansur er í vikuskiftinum. Í kvøld og leygarkvøldið spælir Chill til dans, og sunnukvøldið verður tónleikur frá Eyðun og Niel at hoyra í nýggju caféini. Ætlanin er at hava tiltøk regluliga. Caféin liggur sentralt í bygdini beint við posthúsið niðanfyri høvuðsvegin.