So er aftur livandi tónleikur í Rex. Hesaferð er tað bólkurin Chill, sum stendur fyri tónleikinum.
Chill er at meta sum eitt húsorkestur í Rex. Eftir at bólkurin Chill sá
dagsins ljós hava teir spælt næsta hvønn mánað í Rex.
- Bólkurin spælir fyri fullum húsið so at siga hvørja ferð. Og teir spæla sangir frá Roxette, Kings of Leon og alt tað feita tú hoyrir á Rás2, sigur Rúni Djurhuus, eigari av Rex.
Manningin í Chill er heldur ikki ókend í tónleikalívinum í Føroyum. Í bólkinum eru Jens Tummas Næs, Høgni Zacahariassen, Hans Ravnsfjall og Torkil
Johannesen.
-Orsøkin til, at vit hava livandi tónleik er, at vit vilja hava okkurt at bjóða tí eldra málbólkinum, sum dámar væl at dansa, sigur Rúni Djurhuus.
Hann vísir á, at fólk síðst í 20unum og eldri dáma væl livandi tónleik.
Chill spæla frá kl 01.00 leygarkvøldið í Rex.










