##med2##
Cinthia Gonzàlez Parada úr Chile er útbúgvin operasangarinna, men hevur enn ikki arbeiðsloyvi til at arbeiða innan yrki hon er útbúgvin í.
Tí arbeiðir Cinthia Gonzàlez Parada hjá Vaðhorn á Strondum. Men hon syngur við kóri í Eysturoynni, og hennara royndir koma kórinum til góðar. Dreymurin er tó at sleppa at arbeiða innan sang og tónleikaútvísing í Føroyum.
Seinnapartin var Cinthia Gonzàlez Parada gestur hjá Stellu Zachariassen í ensktmæltu sendingini "Home and Away", ið var á FM1.
Sendingin "Home and Away" eru samrøður við fólk, ið eru flutt til Føroyar, og um royndir og avbjóðingar hesi fólk hava við at flyta til lítla fjarskotna landið, Føroyar.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina "Home and Away".
Komandi "Home and Away" sending á FM1 verður send komandi hósdag klokkan 14.