Heimsatlasið, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1993 hevur elvt til mangt málkjak og nógv gott undirhald. Ein viðmerkjari kallaði atlasið størstu málspillingarroynd í føroyskum fakmáli í nýggjari tíð, meðan ein annar so seint sum fyri trimum árum síðani mældi til at geva nýtt atlas til ókeypis til øll teirra, ið vildu brenna gomlu útgávu teirra. Føroysku nøvnini tyktust av mongum at vera bronglaði, og nógv ilskaðust um staðarnøvn sum Burgundarhólmur og Fjón í Danmørk ella Líðandisnes, Tróndheimur, Bjørgvin og Álesund í Noregi. Heimatlasið hevði tá sum meginreglu, at øll nøvn skuldu føroyskast. Hetta var galdandi fyri mest sum øll staðarnøvn, tó vóru flestu býarnøvn undantikin. Føroyska málnevndin góðtók navngávurnar í gamla atlasinum.
Seinni í vikuni kemur nýtt atlas á marknaðin. Føroya Skúlabókagrunnur eitur nú Nám, men tað er ikki einasta navnabroytingin í mun til Heimsatlasið frá 1993. Cape Town er komin aftur. Grønhøvdaoyggjar eru vorðnar Kabo Verdi. Oyggjarnar fyri sunnan eita aftur Hebridurnar, Arábianesið er vorðið Arabiahálvoyggin aftur og kollarnir báðir verða aftur nevndir Norðpólurin og Suðurpólurin. Tó verður USA enn nevnt við fulla heitinum Sambandsríki Amerika, svágur mín er enn úr Simbabvi og lambskjøtið er enn úr Nýsælandi.
Hesuferð eru staðarnøvnini góðkend av Málráðnum, sum hevur víðari heimildir enn gamla málnevndin, hvat føroyskum málpolitikki viðvíkur.
Birgir Kruse er ritstjóri á nýggja atlasinum. Hann greiðir frá, at í arbeiðinum við nýggja atlasinum, hevur ritstjórnin nýtt Málráðið sum ráðgeva. Birgir Kruse greiðir frá, at umsetingin av atlasinum er gjørt sambært einum sáttmála við enska forlagið HarperCollins.
- Grundreglan er staðfest í orðingini “the language of the product is Faroese” ella at verkið er á føroyskum máli. Síðani koma nakrar reglur fyri, hvørji orð kunnu týðast og hvat ikki kann týðast, sigur hann.
Birgir Kruse greiðir frá, at lond kunnu føroyskast, meðan býir ikki skulu týðast. Ei heldur skulu landafrøðilig fyribrigdi týðast, uttan so at tey skara um landamørk.
- Undantøkini til hesar reglur eru staðarnøvn, sum hava vunnið hevd í føroyska málinum, sigur hann. Dømi um hetta eru Hvarvið og Keypmannahavn.
Hesar reglurnar greiða frá mongum av broytingunum í hesum atlasinum í mun til Heimsatlasið frá 1993, so sum at Borgundarhólmur og Høvdastaður ikki longur eru at finna í føroyska atlasinum. Eftir stendur tó, at stavsetingin ikki er broytt. Eingi C, Q, W, X, ella Z eru at finna í landanøvnunum.
Bakgrundin fyri hesi avgerð liggur í stríðnum um føroyska stavraðið. Føroyska stavraðið var til viðgerðar í Løgtinginum í 2010. Sjúrður Skaale og aðrir vildu lata allar latínsku bókstavirnar fáa pláss í alfabetinum. Endin tá var, at Sjúrður Skaale tók málið aftur. Sjúrður Skaale legði ístaðin fram eitt uppskot, um at skipa eitt føroyskt málráð, sum skuldi hava myndugleika at avgreiða spurningar av málsligum slagi. Hetta uppskotið var samtykt, og síðani tá er Føroyska Málráðið sett á stovn.
Atfinnarar hava funnist at, at ritstjórnin ikki hevur tikið atlit til tilmælini frá UNGEGN, ið stendur fyri United Nations Group of Experts on Geographical Names, altso ein ST-bólkur av serfrøðingum innan landafrøðilig nøvn. UNGEGN mælir í høvuðsheitum til, at lond verða nevnd, so sum íbúgvar í londunum sjálvi ynskja at verða nevnd. Hetta er ein roynd, at flyta seg burtur frá restunum av hjálandatíðini, tá fremmandir valdsharrar góvu londum nøvn, sum í ávísum førum enn hanga við í onkrum málum. Men sum sagt, í hesum atlasinum verður UNGEGN ikki nýtt sum grundarlag.
Og tískil stavast tað enn Kili, Móritania, Kuvait, meðan Grønhøvdaoyggjar nú eita Kabo Verdi.
Meiri er at lesa í Sosialinum frá mánadegnum.









