Chiko fer eisini at rópa á NSÍ

Øll familjan hjá Lauru og Jónsvein Olsen í Rituvík er sera spent upp á landskappingardystin í Runavík í morgin millum NSÍ og VB/ Sumba. Hundurin Chiko er eisini til reiðar til dystin í nýggjum NSÍ-búna Tey eru NSÍ-fjepparar og øll, sum eru løgst aftrat familjuni, eru eisini viðhaldsfólk hjá NSÍ, sum nú hevur nógv tey bestu kortini á hondini til at vinna FM-heitið.

Sjálvt hundurin Chiko, sum gongur og melur á gólvinum, meðan vit eru á vitjan, er í bundnum gulum og svørtum NSÍ-búna.

Chiko hevur nummar 12 á rygginum. Tað er nummarið hjá Einari T. Hansen, sum er sonur Onnu og Svend Hansen í Saltangará. Á bringuni standa bókstavirnir NSÍ, og oman á rumpustykkinum aftan hevur hann eitt reklamumerki hjá E.M. Asfalt.

Einar er ein av stuðlunum á NSÍ-liðnum, sum nú er FM-heitinum nær, og hann er eisini nýggjur í landsliðshøpi.

- Her verður næstan bara tosað um fótbólt, og vit eru ógvuliga spent, nú 5 stig eru á muni millum NSÍ og B36, samstundis sum bara tveir dystir eru eftir at leika.

Laura Olsen, sum vit skifta orð við, dylur ikki, at flest øll í Runavíkarøkinum eru ógvuliga spent til sunnudagin, tá NSÍ-liðið fer á vøllin ímóti VB/Sumba, sum kemur norður at spæla næst seinasta dystin í landskappingini.

- Eg vænti, at allir leikararnir hjá okkum fara út á vøllin at stríðast av øllum alvi, nú teir við at vinna á suðuroyarliðnum á heimavølli kunnu tryggja sær meistaraheitið í 2007.

Men, leggur Laura aftrat:

- Tað er eingin dystur vunnin, fyrr enn vit eru á odda, og dómarin hevur blást í floytuna fyri seinastu ferð.

Hon ivast onga løtu í, at skal NSÍ-liðið vinna sunnudagin, er neyðugt at allir leikarar taka dystin í størsta álvara, heilt frá byrjan.

- Vit hava so ofta sæð áður, at lið, sum fáur ella eingin roknaði við, enntá kunnu órógva eitt meistaraheiti, og tað kann eisini henda í Runavík sunnudagin, um allir leikarar ikki gera sítt ýtasta.

Laura Olsen torir kortini at tippa, at NSÍ fer at vinna 4-1 á VB/ Sumba í morgin.