Chick Lit: Gucci-feministar

Lat okkum bara kalla tær Chick Lit - tað gera øll hini - hendan áhaldandi streymin av metseljarum, sum verða lisnar av kvinnum um allan heim, og sum fáa bókafrøðingar at kveppa seg við.
Skaldsliga virðið er nokk so sum so, men sjálvspeiið feilar onki í neyvu lýsingunum hjá Chick Lit høvundunum av appelsinhúð, kænkikurum, týdninginum av at eiga eina Gucci tasku og øðrum átrokandi spurningum hjá nøkur og 30 ára gomlu kvinnuni í stórbýnum. Forvirraðu, frustreraðu og forkelaðu single kvinnurnar eru á eini ævigari veiðu eftir stóra kærleikanum. Men Chick Lit er ikki ein modernað útgáva av Barbara Cartland, tí prinsurin á hvíta hestinum er mest sannlíkt longu giftur ella als ikki sinnaður at sleppa síni playboy-tilveru.
Hvat fjalir seg so undir undir glasurinum á Chick Lit bókunum? Neyvan tað heilt stóra, tí djúpir boðskapir hava ongantíð tyngt Chick Lit genruna stórvegis. Tað kann uttan iva hugsast, at hesar kvinnurnar bara ikki longur tíma at knossast við tunga arvin frá gomlu feministunum. Tær taka javnstøðu sum eina sjálvfylgju, hava langt síðani uppgivið at verða góðar fyrimyndir og kvinnuhetjur og vilja nú bara sleppa at hava tað stuttligt í einum feitum starvi, í designaraklæðum við einum lekrum mannfólki í songini. Gucci-feministar hevur onkur kallað tær, tí ongin veit betri tær, hvat rætta útsjóndin kann gera, um tú skalt koma tær fram her í verðini. Og tær blunka ikki við at brúka hana.
???
Chick og Dick Lit metseljarar

?Marian Keyes, Sushi for begyndere, 2000
?Helen Fielding, Bridget Jones? dagbog, 2001
?Tony Parsons, Mand og Dreng, 2002
?Lisa Jewell, Ingenogtredive, 2002
?Sophie Kinsella, En shopaholics? drømmeverden, 2001
?Nick Hornby, Fodboldfeber, 1998
?Arabella Weir, Ser jeg tyk ud i det her?, 1999
?Jennifer Weiner, God i sengen, 2001
?Sheila O? Flanagan, Langtfra forbi, 2003
?Marian Keyes, Sidste udkald, 2001