ChevronTexaco og OMV síggja møguleikar her

Tvey av teimum nýggju feløgunum í 2. útbjóðing eu ShevornTexaco og OMV. Umboð fyri feløgini vitjaðu í Føroyum mikudagin, tá umsóknirnar vórðu latnar inn.

Oljuleiting


Dave Lewis frá ChevronTexaco sigur, at teir síggja møguleikar í føroyaøkinum, sum ein part av øllum Atlantsmótinum. Hetta er ein partur av teirra langtíðarstrategi fyri alt økið. Wayne Kirk frá OMV sigur, at teir hava verið við leingi á Atlantsmótinum, og tað er tí náttúrligt fyri teir eisini at vera við í 2. rundu við Føroyar, saman við feløgum, sum teir eru við á bretskum øki eisini. OMV sær eisini góðar møguleikar á landgrunninum. Sosialurin hevur prátað við teir báðar og koma samrøðurnar í Oljublaðið, sum kemur út sum innlegg í Sosialinum leygardagin 27. november.