Frá tíðindakvinnuni hjá felagnum í Bretlandi frætta vit, at brunnurin verður boraður 3 kilometrar frá føroyska markinum. Hon sigur, at stórur spenningur er um boringina og fer hon eisini at hava stóran týdning fyri víðari arbeiðið hjá felagnum í hesum stóra økinum í framtíðini. Felagið hevur bundið seg til at bora enn ein brunn í hesum lisens-inum 204/17, men tað er ikki avgjørt, nær hann verður boraður.
ChevronTexaco, sum er ein gamal kenningur á føroyska økinum, fekk fleiri týðandi teigar í 19. útbjóðingini á bretska landgrunninum nøkur ár herfyri. Hesir teigar liggja allir tætt upp at føroyska markinum, og hetta er so fyrsti av brunnunum, sum felagið fer at bora. Prospektið verður kallað ?Fleet North? og kundi merkt, at tað er bert eitt av málunum hjá ?Norðurflotanum? hjá ChevronTexaco.
Tað áhugverda við hesi boringini er, at hon liggur mitt ímillum verandi oljufelt á bretskum øki og so brunnin, sum Agip fer at bora í juni. Taka vit framleiðandi feltini bretsku megin markið og møgulig onnur fund eisini og so mest áhugaverdu økini á føroyska landgrunninum, so liggur brunnurin hjá ChevronTexaco mitt í hjartanum á hesum øki. Í oljuídnaðinum er tí sera stórur áhugi fyri hesi boringini, sum kann ? um hon er eitt lønandi fund ? birta nýtt lív í aftur oljuvónirnar á øllum Atlantsmótinum.
Uppá fyrispurning um felagið hevur handlað data frá øðrum feløgum, sum hava borað í økinum sigur tíðindakvinnan hjá felagnum, at tað hava tey ikki. Felagið fylgir annars eisini komandi boringini hjá Agip á føroyskum øki við áhuga.
Hóast talan er um ein brunn í bretskum øki so meta oljufeløgini, eisini tey, sum eru virkan á føroyska landgrunninum, júst hesa boring sum av stórum týdningi eisini fyri teirra arbeiðið í framtíðini. Bert góðar tveir mánaðir eftir at hesin brunnurin er boraður setur Agip borin í okkara megin markið. Tvs. At her eru tveir brunnar, sum kunnu fáa kollveltandi týdning fyri alt økið. Úrslitið av brunnunum verður helst tøkt einaferð í summar. (Á kortinum á síðu 15 sæst, hvar ChevronTexaco skal bora beint við markið. Felagið hevur fleiri teigar norður framvið markinum)
?