Tað er nærum ein sjálvfylgja, at allir nýggir bilar eisini fáast sum diesel, um teir skulu kunna kappast á líka fót við kappingarneytarnar á marknaðinum.
Nú fæst Chevrolet Epica, sum hvat stødd, útgerð og komforti viðvíkur er at sammeta við stóru dýru luksusbilarnar, men í prísi megnar at kappast við bilar í miðalklassanum, eisini sum diesel. Hetta er ein 2,0 litra commonrail dieselmotorur við 146 hk og snúningsmomenti upp á 310 Nm við 2.000 snún/min - sami motorur sum er í Chevrolet Captiva.
Talan er um ein kvikan og økonomiskan dieselmotor, sum koyrir frá 0-100 upp á 9,7 sek (manuell gir) og 10,1 sek (automatgir). Oljunýtslan er 16,4 km/l (blandað koyring), og toppferðin er yvir 200 km/t.
Sum standard hevur Epica diesel 5-trins girkassa, men fæst eisini við automatiskum girum.
Epica fæst annars við tveimum 6 syl. raðmotorum: 2,0 litur við 143 hk og 2,5 litur við 156 hk. Í mun til bensinútgávurnar er Epica ikki so nógv dýrari sum diesel.
Epica við dieselmotori er væl egnaður sum hýruvognur. Í dieselútgávuni kostar hann kr. 285.000 og við automatiskum girum kostar hann 302.000. Bilurin kann síggjast og roynast hjá VR Bilum.