Niclas Johannesen
Leygardagin í farnu viku doyði amerikanska guitar-virtousorin Chet Atkins. Hann var 77 ár.
Atkins, sum hevði stríðst móti krabbameini í fleiri ár, doyði heima hjá sær í Nashville. Fáur hevur sum Chet Atkins verið við til í farnu øld at nýskapa country tónleikin. 13 Grammy tala fyri seg og ongin ivi valdar um, at Chet Atkins var ein av høvuðsleikarunum at broyta country-soundið soleiðis, at tann stóra fjøldin tók tað til sín. Atkins var rætt og slætt við til at skapa ?Nashville soundið?.
Tað var serliga sermerkti fingrateknikkurin, ið eyðkendi guitarspælið hjá Atkins. Hesin stílurin flutti ikki bara mørk innan country-sjangruna, men er síðani eisini er blivin brúktur í jazz- og rockhøpi.
Sum ein av fremstu session-tónleikarunum, so hoyrist guitarspælið hjá Atkins á klassikarum, so sum Heartbreak Hotel við Elvis Presley, You Cheatin? Heart við Hank Williams og Wake Up Little Susie við The Everly Brothers. Umframt at spæla á útgávum hjá øðrum, so gav Chet Atkins eisini út rúgvu av egnum tilfari fyri plátufelagið RCA. Hann var eisini knýttur at hesum plátufelagnum í mong á sum produsari. Ein uppteljing fyri nøkrum árum síðani vísti, at Atkins hevði givið út fleiri enn 70 guitarplátur og hevði selt fleiri enn 74 milliónir plátur.
Hann var heiðraður mangar ferðir - og níggju ferðirnar útnevndi ?Country Music Association?s Musician? Atkins sum ?ársins tónleikara?. Tey flestu kallaðu rætt og slætt Atkins ?Mr. Guitar? og á tí kenda Nashville Music Row finst eisini ?Chet Atkins Plase?.
Byrjaði við fiól
Hansara leið móti viðurkenning var merkisverd og er á mangar hættir ein fagnaður av einum smædnum astma raktum dreingi, sum vaks upp í fátækradømi í Lutrell í Tennessee.
Hann byrjaði at spæla fiól, sum ungur drongur og nýtti hetta sum eitt slag av flýggjan frá beiska veruleikanum. Tónleikur var eisini í blóðinum - abbin spældi fiól, og móðurin var klaverspælari. Hon sang eisini. Pápin var ein ferðandi klaverlærari, sum viðhvørt eisini sang saman við ferðandi evangelistum.
Hóast tokkan til fiólina, so lokkaði guitarin eisini og níggju ára gamal byrjaði hann at klimpra á guitarin og longu sum tannáringur varð hann mettur at vera ein guitarleikari í toppklassa.
Aftan á at hann gjørdist liðugur í ?high school? í 1941, byrjaði hann at spæla regluliga á ymsum útvarps-showum. Hann spældi við kendum nøvnum um tað mundið og síðst í 40?unum hevði hann gjørt sáttmála við plátufelagið RCA. Skjótt gjørdist hann fastur fúsur guitarleikari á óteljandi upptøkunum, sum vóru gjørdar frá 1950 og úteftir fyri RCA.
Hansara fyrsta hit-lag við RCA var ein endurinnspæling av kenda lagnum Mr. Sandman. Í 1957 gjørdist Atkins leiðari av deildini hjá RCA í Nashville.
Tey tjúgu árini, hann stóð á odda fyri tónlistarligu kósini hjá deildini RCA í Nashville vóru serstakliga gróðrarík, og tú kanst ikki nevna nøvn so sum Roy Orbison, Jim Reeves, Charley Pride, Dolly Parton, Jerry Reed, Walons Jennings og Eddie Arnold uttan eisini at nevna Atkins, sum var maðurin, ið knýtti tey til RCA.
Hóast stóra umsitingarliga arbeiðsbyrðu, so helt Atkins fram øll árini við sjálvur at framføra. Hann spældi fyri Kennedy, forseta, í Hvítu Húsunum og hann fekk sítt fyrsta topp-5 hit-lag við guitarsanginum Aakety Axe.
?Eg var rættiliga stinnur tá á døgum - í 50?unum og 60?unum?, viðgekk Atkins í Music City News fyri nøkrum árum síðani. ?Eg var djarvur og óvitandi og eg spældi rímuliga væl. Eg var í veruleikanum framman fyri fleiri tá á døgunum. Nú royni at eg sum frægast at hanga í, men tá á døgum var tað hugaligt. Eg var á ein hátt ein uppfinnari, og tað var ikki stórvegis trupulleikar hjá mær at levera.?
Í 1982 fór Atkins frá RCA og gjørdi sáttmála við plátufelagið Columbia, sum gav honum rúmari ræsur tónlistarliga. Hetta gav honum høvi at ferðast innan jazzin eisini, har hann eisini hevur vunnið fleiri prísir.
Seinastu árini var tað serliga í samstarvi við artistar so sum Steve Wariner, Suzy Bobuss, Mark Knopler, Neil Diamond og Dolly Parton, at Atkins kundi hoyrast. Men hansara mongu lurtarar ynsktu at hoyra solo-útgávur við Atkins, har guitarin var miðdepilin, og fyri fimm árum síðani gáv Atkins út sína síðstu guitarsolofløgu - Almost Alone.
?Tað var torført at gera,? segði hann heldur skálkasligur. ?Tí, tað gerst einsligt at spæla sologuitar og samstundis royna at gera eitt lag áhugavert í tveir ella tríggjar minuttir.?
Kelda: The Washington Post