Leingið hevur verið tosað um, at Cheryl Cole verður nýggjur dómari í American Idol. Mong vildu vera við, at hon skuldi vera dómari ístaðin fyri Jennifer Lopez. Men í dag sigur bretska poppstjørnan við BT.DK, at soleiðis verður ikki.
Hon sigur við BT, at hon einans fer at arbeiða við sínari nýggju fløgu nú. Og at hon fyribils er liðug við dómarayrki. Tó avvísir hon ikki, at hon møguliga fer at trína í hendan leiklutin í framtíðini.
Cheryl Cole sigur við BT, at tað besta við X-Factor er, at man sleppur at hjálpa evnaríkum sangarum víðari við teirra karrieru. Sjálv elskar hon at leita eftir evnaríkum tónleikarum, og tí dámdi henni sera væl leiklutin sum dómari í X-Factor.
Cheryl Cole hevur verið ógvuliga nógv í miðlunum, men hon sigur við BT, at hon ongantíð lesur lygnir um seg sjálva, tí hon ikki er áhuga í søgunum, sum miðlanir koyra fram.









