Cheryl Cole aftur í X-Factor

Eftir at vera koyrd úr starvi sum X-Factor dómari er Cheryl Cole nú aftur við í sendingini.

 

Hesaferð er tó talan um bretsku útgávuna av talentkappingini.

 

The Sun sigur, at hon skal hjálpa tí fyrrverandi Take That stjørnuni, Gary Barlow, við at finna fram til tey bestu í sendingini.

 

Tí var hon at síggja í dómarahúsinum hjá Gary Barlow í Onglandi í gjár.

 

Take That sangarin hevur eftir øllum at døma biðji Cheryl Cole hjálpa honum í hansara leikluti sum dómari – uttan at Simon Cowell visti av nøkrum.

 

Simon Cowell og Cheryl Cole hava havt nakrar keðiligar løtur saman orsaka av X-Factor, sum endaði við, at songkvinnan varð søgd úr starvi.

 

Tó so skrivaði Simon Cowell í gjárkvøldið á sínari Twitter síðu, at hann ynskti henni vælkomna aftur.

 

Eisini Gary Barlow er fegin um, at songkvinnan nú er aftur á X-Factor skíggjanum.

 

- Eingin ivi er um, at Cheryl Cole veit nógv um hesa kappinga, sigur Barlow.

 

Hetta veit eb.dk í dag.