Cherbourg tapti á heimavølli

Pauli Jacobsen og liðfelagarnir taptu annan dystin á rað í kvøld

Í kvøld var tað kappingarneytin hjá Paula Jacobsen, Ivah Gautier sum slapp at verja málið hjá Cherbourg størra partin av tíðini.

 

Í dysti í næstbestu fronsku hondbóltsdeildini tók Cherbourg á heimavølli móti Besancon. Besancon vann dystin 35-30. Tað gekk serliga illa í fyrra hálvleiki. Besancon var á odda 20-14 í steðginum.

 

Pauli Jacobsen bjargaði einari av átta málroyndum tá hann var á vøllinum. Kappingarneytin, Ivah Gautier bjargaði 7 av 34 málroyndum.

 

Talan er um annað tapið á rað hjá Cherbourg. Cherbourg er nummar 12 í deildini við tveimum stigum fyri fýra teir fyrstu dystirnar. 16 lið eru í deildini.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Cherbourg móti Strasbourg á útivølli.