Ein nýggj fløga er nú á veg frá poppdiva?ini Cher.
Nýggja fløgan verður fyrsta studiofløgan hjá Cher í átta ár og á henni fara at vera coverútgávur av hittum frá 60?unum, sum er yndistíðarskeiði hjá poppdiva?ini.
- Eg eri við at gera eina fløgu við einari rúgvu av 60?ara-sangum, eg ongantíð áður havi roynt meg við. Tað var ein magisk tíð fyri tónleikin við bólkum sum The Beatles, The Hollies, The Zombies, The Rolling Stones og The Kings og bólkum sum Bob Dylan og Otis Redding, sigur hon frá.
Cher greiðir frá, at orsøkin til avgerðina um bert at gera coverútgávur av gomlum løgum kemst av, at hon fegin vil vísa yndissangarum sínum respect og feira tíðina, har hon sjálv bert lurtaði eftir tónleika á lítla transistorradio?i sínum ella í AM-útvarpinum í Ford Mustang hennara.
Fløgan kemur væntandi á gøtuna komandi ár.










