Cher trupulleikar av fjeppara

Tá ein mannligur fjeppari sá Cher í eini barr, gjørdist hann frá sær sjálvum.

Tá Cher herfyri ætlaði sær í býin við nøkrum vinfólkum, valdu tey at fara til countrybýin Nashville. Men tá ein mannligur fjeppari sá hana í eini barr, gjørdist hann frá sær sjálvum. 36 ára gamli maðurin royndi fleiri ferðir at sleppa fram við sterku lívverjunum hjá sangarinnuni. Hann megnaði enntá eina ferð at taka um miðjuna á sangarinnuni, ið hann, eftir øllum at døma, bert vildi práta við. Men hetta helt Cher ikki vera serliga stuttligt. Løgreglan varð boðsend og maðurin lagdur í hondjørn.